Fólk sum eru búsitandi í Vágum og hava fíggjarligar avbjóðingar fara skjótt at kunna søkja um hjálp gjøgnum tiltakið "Jólapakkin frá Vegnum" sum fríkirkjan Vegurin í Vágum stendur fyri.
- Einstaklingar fáa eina góða mateskju og barnafamiljur fáa gávukort umframt, upplýsa tey frá Vegnum í tíðindaskrivi.
Hetta er triðja árið tiltakið er. Fyri tveimum árum síðani søktu 9. Í fjør bóðu 16 um hjálp.
Søkir ein vegna seg sjálvan er leinkjan til tað her
Um søkt verur vegna onnur, skal teldupostur sendast til frikirkjanvegurin(at)gmail.com
Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.
- Vit ynskja at vera ein framsøkin, opin og fevnandi kirkja fyri allar Vágar. Vit elska okkara oyggj og síggja stórt í fólkinum, sum býr her. Við Jólapakkanum vilja vit birta vón og gleði, júst tað, sum jólini snúgva seg um. Vit taka við gleði ímóti tínum stuðli til hetta átak. Tú ert vælkomin at flyta eina gávu á konto í Betri Banka: 9181-1241852 ella Bank Nordik: 6460- 4951141. Viðmerk: Jólapakkin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo