Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Eg vil vera heima. Eg tími ikki í barnagarð”. Ein setningur, sum eg hoyri næstan hvønn gerandisdag.

Stórhøll, momentir og Omaná framum børn. Tað er status og signalið, sum Tórshavnar Kommuna sendir í løtuni.

Alt meðan ansingarstovnar í Tórshavnar Kommunu bløða. Leiðarar siga upp í heilum, pedagogar hava somu livitíð sum ein kinesisk veðurballón… og so standa hjálparfólkini eftir við svarta Per og fáa allar skolurnar.

Í vikuni segði enn ein leiðari upp í Býlingshúsinum í Maritugøtu, tí umstøðurnar vóru so vánaligar. Og tann leiðarin var kanska 4 mánaðir, áðrenn bikarið fleyt yvir. Og nú stendur stovnurin aftur uttan leiðara og fleiri av stovunum uttan pedagogar, tí pedagogarnir ofta fara aftaná leiðaranum.

Ikki nokk við tí. Børnini hava eisini fingið nokk. Tey tíma heldur ikki meir. Og fleiri ferð fáa vit at vita, at vit mugu koma eftir børnunum, tí tey eru undirmannaði á stovninum.

Tað merkir so, at mann má leypa frá arbeiðnum. Og verður tað normurin, at foreldur skulu leypa frá arbeiði og inntøkum, so kollapsar alt.

Foreldur fáa ikki røkt sítt starv, missa inntøkur og kommunan missur skattainntøkur. Og tað er hartil, vit eru komin til, tíverri.

Og sambært sprotanum er definitiónin upp á umsorganarsvik, at mann Ikki fær tann uppvøkstur, ið ein eigur at fáa. Og tað er akkurát tað, sum sker í løtuni. Og tað kann mann ikki bjóða leiðarum, starvsfólki, foreldrum ella børnum.

Visti tú?
At eftir summarfrítíðina í 2022 vóru øll uttan eitt starvsfólk skift út á stovuni hjá Fríða? Og bara hesa seinastu vikuna hava trý fólk sagt upp í Maritugøtu. Leiðarin, ein pedagogur og eitt hjálparfólk. Og bæði hjálparfólk og pedagogur hoyrdu til stovuna hjá Fríða, sum longu var undirmannað frammanundan. Fleiri foreldur hava kært sína neyð seinastu vikuna. Tveir fráfarnir leiðarar hava greitt frá støðuni alment. Hjálparfólk hava greitt frá støðuni. Og so seint sum í gjár greiddi enn eitt starvsfólk í Maritugøtu frá støðuni. Og vit kunnu skjótt blíva samd um, at støðan ikki er góð.

Onki nýtt undir sólini
Í novembur í 2020 greiddi Maika Samuelsen frá í Pedagogblaðnum, hví hon ikki orkaði at stríðast meira og hevði sagt upp sum dagstovnsleiðari í Býlingshúsinum í Maritugøtu.

So mann hevur vitað av trupulleikanum í fleiri ár eftir hondini. Og nú er tað komið hartil, at øll hava fingið nokk. Leiðari, starvsfólk, foreldur og børn.

Og so seint sum í gjár skrivaði ein, sum hevur starvast á dagstovnaøkinum hjá Tórshavnar Kommunu í 29 ár, at nú tímir hon ikki at tiga meir. Viðkomandi sigur, at støðan ongantíð hevur verið so ring sum nú. Ár eftir ár hevur hon fingið at vita, at starvsfólkini mugu vísa eitt gott andlit úteftir, so tað sær gott út fyri kommununa, men nú er nokk.

Henda hvat í henda má, tí hon hevur jú lært, at fráboðanarskyldan kemur framum tagnarskylduna.

Eg havi somuleiðis fingið at vita, at tað er best at tiga, tí tað kann skaða stovnin, um vit nevna hann við navni. Eg havi givið tí ein kjans, men støðan er óbroytt. Har er ongin bati.

Og skal eg velja millum loyalitet móti tøgnmentan ella mínum barni, so er valið øgiliga lætt. Eg fari altíð at taka mítt egna barn framum alt annað. Og í dag noktar hann at fara í barnagarð, tí hann ikki kennir seg tryggan meir.

Her er also onki at diskutera. Støðan er akutt. Og heldur enn at pástanda, at støðan er nógv betri enn hon er, so eiga borgarstjórin og avvarandi at lurta eftir børnum, foreldrum, pedagogum, hjálparfólkum og leiðarum.

Elefanturin í rúminum
Usain Bolt er verðins skjótasti rennari, men um tú blakar ein elefant á ryggin hjá honum, so er líka mikið hvussu dugnaligur hann er. Hann fær ikki runnið.

Á sama hátt er tað líkamikið, hvussu dugnalig starvsfólk og leiðarar eru, um arbeiðsbyrðan er somikið tung, at tey ikki megna at arbeiða. Tað er tragiskt at vera vitni til, hvussu starvsfólk og leiðarar brenna út ferð eftir ferð. Tað byrjar altíð við einum smíli og yvirskoti, men tá ein tíð er farin, so orka tey ikki meir og mugu geva upp.

Og leiðarar og starvsfólk hava alt rós uppiborið, tí tey royna virkuliga. Problemið er bara, at arbeiðsumstøðurnar eru óvirðiligar og órealistiskar.

Lat okkum finna eina loysn
Hetta er ein innilig áheitan um at taka hetta í álvara, tí vit tosa um børn, sum dagliga verða umsorganarsvikin av Tórshavnar Kommunu. Og tá børnini onga rødd hava, so mugu vit foreldur tala teirra søk.

Tá alt hetta er sagt, so vilja vit øll tað sama. Vit ynskja øll, at børnini skulu kenna seg trygg, trívast og mennast á stovninum. So eg skjóti upp, at vit seta okkum saman og finna eina loysn, so hetta fær ein enda.

Hergeir Staksberg,
foreldur at barni í ansingarstovni í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo