Hóast bátastevnu og annað á skránni kring landið, so var náttin sum heild friðarlig verður upplýst av politistøðini.
Í meginøkinum vóru umleið 60 bilar steðgaðir, men sum heild var alt í lagi, verður sagt.
Í suðurøkinum var ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring.
- Okkurt smávegis var í náttarlívinum í Havn, men onki so álvarsligt at nakað mál spurdist burturúr, sigur vakthavandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo