FREMMAND hevur arbeitt við hesi nýggju útgávu í tvey ár. Plátan hevur fingið sítt skap tvørtur um høv, frá sólmikla Los Angeles, Århus og veðurbardu Føroyum. Stílurin á plátuni hjá FREMMAND er skiftur eitt vet og er vorin meiri kantutur við guitar ljóði.
Meinlíkt fystu plátuni við heitinum FREMMAND ið kom út í 2018 granskar kvartettin tvídráttin millum dreymar og vónloysið. Tey skapa eina ljóðmynd ið fær ein til at hugsa um sveimandi Goth og Post Punk stílin, men við báðum beinum í nútíðini og rættir seg fram í tíð.
Karismatiska sangarinnan Jana Hjalgrimsdóttir, hvørs persónleiki røkkur útyvir baði senukantin og plátuna, er á odda í bólkinum fær skapandi mótstøðu frá tummuleikara og produsara Tobias Weltzer, guitar leikaranum Sigmund Zachariassen og bass leikaranum Tinna Tótudóttir.
Á “Wrong” plátuni eru fleiri navnframir gesta leikarar. Carlos Alomar(David Bowie), Richard Fortus(Guns´n Roses), Peter Hayes(BRMC), Null+Void(Moby, The Kills) og Henrik Jespersen.
Fyrsta singlan av plátuni er heitislagið Wrong. Lagi viðgerð tvíligu kenslurnar, vald og máttloysi. Kenslur ið taka seg upp tá ið ein kemur í støður í lívinum sum ein heldur eru eitt val men sum vit í veruleikanum ikki hava vald á ella kunnu stýra.
Sjónbandalagið “Wrong” er tikið upp í Tokyo, tá ið Corona fyrst gjørdi um seg og býurin mátti lata aftur. Myndirnar vísa ein bý sum liggur í oyði og leiðir tankarnar til heimsins enda.
Guitarleikarin Carlos Alomar spælir guitar á lagnum Run through Fire og er við til at geva lagnum eina heilt serliga melankolska stórbýðar kenslu. 80 ára gamli saksofonisturin Henrik Jespersen leggur eisini ein heilt serligan dám á lagi við sínum serkenda sveimandi ljóði ið hann gandar fram við elektroniskari saksofon.
Alt-rock hetjan Peter Hayes, sum eisini var við á fyrstu plátuni hjá FREMMAND, hevur veri við til at gjørt lagi “Legendary Lover”. Peter Hayes singur duet saman við Janu og hann hevur eisini skriva tekstin. Hann lýsir tekstin soleiðis:
“Legendary Lover is about all the things you’re ignorant about, and working through one’s own misguided attempts of a fix”.
Richard Fortus spælir guitar á lagnum “Innanlongsul” og skapar hann eitt stórsligið ljóð landslag ið stuðlar undir heitið á lagnum.
Tobias Weltzer hevur produsera øll løgini á nýggju plátuni, Michael Patterson hevur miksa og Maor Appelbaum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo