Tveir løgreglumenn doyðu undir álopi á ein fangaflutning í Fraklandi - fangin Mohamed Amra, eisini kallaður «Flugan» slapp leysur,
Fangaflutningurin skuldi flyta fangan frá Rouen til Évreux í Fraklandi, tá fýra vápnaðir menn lupu á bilin. Tað skriva fronsku miðlarnir BFM TV og Le Parisien.
Tveir løgreglumenn doyðu og tríggir aðrir vórðu særdir undir álopinum.
Hendingin fór fram klokkan 10 fyrrapartin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo