Í nýggjari bók sum Frans pávi gevur út sigur hann, at tað eigur at verða kanna gjølla, um stóru sivilu tapini í Gaza ganga undir teknisku definitiónina sum altjóða løgfrøðingar og felagsskapir hava lagt fyri hvat fólkadráp er fyri nakað.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
- Eg hugsi um øll tey, sum rýma úr Gaza mitt í hungursneyðini, sum hevur rakt teirra palestinsku brøður og systrar, sum ikki kunnu fáa mat og neyðhjálp inni í sítt øki, skrivar pávin millum annað í bókini sum kemur út í samband við eina serliga høgtíð sum katólska kirkjan hevur havt hvørt 25. ár.
Framman undan hava londini Suðurafrika og Spania lagt sak ímóti Ísrael í altjóða dómstólinum (ICJ).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo