Tað váttar niðurlendska fótbóltasambandið í einum tíðindaskrivi í dag.
– Eg havi avgjørt ikki at halda áfram sum landsliðsvenjari. Vit náddu ikki málið, tað stendur greitt. Tá ið eg var biðin um at gerast landsliðsvenjari í 2020, metti eg tað sum ein heiður og ein stór avbjóðing, men eg var eisini greiður yvir trýstið sum fór at koma beinanvegin, eg tók við. Og tað trýstið verður bara størri nú, og tað er ikki nøkur góð støða hjá mær ella landsliðnum á veg móti týðandi dystum í HM-kvalifiseringini, sigur De Boer í tíðindaskivinum sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo