Meðan løgtingið og landsstýrið í dag vístu sín samhuga við Ukraina á ársdegnum fyri innrásina, er tað lítið, sum bendir á, at tað fer at eydnast politikarunum í løgtinginum at finna semju um, hvat skal henda við føroyska fiskiskapinum í Barentshavinum og samhandlinum við Russland.
Tað kom fram, tá umboð fyri politisku flokkarnar vóru gestir í Breddanum fyrrapartin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo