Leygardagin 14. mai kl 15 letur listaframsýningin Tíðarrúm upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Tórshavn.
Tað er listamaðurin Bjarne Werner Sørensen, sum hevur framsýning í Listahøllini við málningum, grafikki og fotomyndum.
Bjarne W Sørensen er ein av limunum í Heystframsýningarbólkinum og hann hevur verið við í Heystframsýningunum frá tí tær byrjaðu í 2005.
Seinasta einkaframsýning hjá Bjarne W Sørensen í Føroyum, var í Gallarí Steinprent í 2012. Í 2006 framsýndi hann saman við Tóroddi Poulsen í Norðurlandahúsinum.
Umframt hesar, hevur Bjarne verið sera virkin á føroyska myndlistapallinum í 80´unum og 90´unum.
Hann hevði tvær einkaframsýningar og skipaði har afturat fyri tveimum stórum framsýningum við týskum og donskum listafólki í Listasavni Føroya í teimum árunum.
Bjarne er hálvur føroyingur og hálvur dani. Í kataloginum til framsýningina Tíðarrúm, greiðir Bjarne frá sambandinum til Føroyar. -Mamma er fødd og uppvaksin í Froðba og flutti eftir kríggið til Danmarkar, har hon hitti pápa, sum júst var útbúgvin verkfrøðingur. Tey bæði ferðaðust síðani kring heimin í sambandi við starvssetanir, fyrst í Føroyum, síðan í Sýria og Libanon. Seinni yvirtók familjan barndómsheimið hjá mammu í Froðba, sum Bjarne í dag eigur lut í og vitjar ofta.
Hann hevur gjøgnum uppvøksturin og síðani ferðast fram og aftur millum Føroyar og Danmark óteljandi ferðir og tað er sum um henda rørslan hevur skapað eitt slag av grundleggjandi tvístøðu ella dualiteti í hansara tilverufatan, og sum eisini hevur fingið týdning fyri arbeiðið hansara við myndum.
Framsýningin Tíðarrúm er opin frá 14. mai - 29.mai 2016, hvønn dag frá kl 15 - 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo