Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu í 2011, var hetta eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Men nú vóru ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.

– Harafturat var eisini munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin. Vit eru tískil sera væl nøgd við nýggju skipanina, sum nú eru klár at taka í nýtslu.

Tað sigur varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska, við heimasíðuna hjá FSF, nú arbeiðið, at skifta ljósini á Tórsvølli er liðugt.

Tað er Musco Lighting, ið er veitari av nýggju ljósunum. Samlaður kostnaður av verkætlanini liggur um 11 milliónir krónur.

Nýggja ljósskipanin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Myndir: Hans Erik Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo