Landsbankin: Í tíðarskeiðinum 2014 – 2021 er fólkatalið í Føroyum økt við góðum 5.540 persónum. Er talið av persónum í hvørjum húski 2,85 í miðal í Føroyum, svarar tað til ein tørv á umleið 1.940 nýggjum býlum. Í sama tíðarskeiði eru umleið 1.440 nýggjar bústaðareindir bygdar og tí vænta framvegis bústaðareindir.
Hóast hesi tøl ikki svara neyvt til tørvin, benda tey á ein eftirspurning, sum er væl størri enn útboðið. Prísgongdin á býlum vísur eisini hesa gongd. Síðani 2016 eru sethúsaprísirnir á nærum hvørjum ári vaksnir skjótari enn tøka inntøkan hjá húsarhaldunum (mynd 1). Treka útboðið av bústøðum, saman við stóra fólkavøkstrinum, er við til at trýsta sethúsaprísirnar upp, so tað gerst trupult hjá ungum familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Hetta merkir, at peningalig ogn verður flutt frá ungum familjum, sum skulu seta búgv fyri fyrstu ferð til tey, ið frammanundan eru fíggjarliga væl fyri og hava stórt frívirði í sethúsunum.
Mangul á bústøðum er ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini. Búskaparráðið hevur framvegis tað fatan, at skilagott er, um kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, serliga útstykkingar av grundstykkum til bygging av íbúðum. Tað munar skjótari um bráðfeingistørvin at fáa fleiri býli við at byggja íbúðir heldur enn at byggja sethús. Eftirspurningur er ikki bert eftir smáum íbúðum, men eisini størri íbúðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo