Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bæði Frakland og Stórabretland fordøma umfatandi loftálopið á Ukraina í dag, sum skal hava rakt millum annað eitt barnasjúkrahús.

Bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, kallar álopið á sjúkrahúsið fyri "eitt skakandi álop á ukrainsk sivilfólk".

- Stuðulin hjá Bretlandi til Ukraina er óvikiligur. Tey, sum hava ábyrgdina av hesum ólógliga stríðnum, skulu standa til svars, sigur Lammy.

Frakland reagerar eisini harðliga og kallar álopið fyri "barbariskt".

- Hesi barbarisku álopini, sum tilvitað rætta seg móti einum barnasjúkrahúsi, kunnu leggjast afturat listanum yvir krígsbrotsverk, sum Russland skal svara fyri, stendur í fráboðan frá franska uttanríkisráðnum.

Í minsta lagi 20 fólk eru deyð og umleið 50 eru særd í loftálopinum á minst fimm ukrainskar býir, teirra millum høvuðsstaðin Kyiv, skrivar norska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo