VP skrivaði fyrrapartin, at nevndin, sum skjýtur verk upp til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, hevur gjørt av ikki at skjóta verk upp til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2019.
Uppskotsnevndin, sum telur limirnar Bergur Djurhuus Hansen, Mariannu Hoydal og Kinnu Poulsen, sigur millum annað í grundgevingini, at "merkisvert fáar útgávur vóru í fjør, og hóast til ber at leita eitt sindur aftur í tíð eftir einum verki, hevur tað ikki eydnast nevndini at finna nóg sannførandi grundgevingar fyri einum uppskoti í ár," sigur nevndin.
Seinastu nógvu árini hevur uppskotsnevndin skiftivís skotið upp Carl Jóhan Jensen, skotin upp 5 ferðir, Jóanes Nielsen, skotin upp 5 ferðir, Tóroddur Poulsen, skotin upp 6 ferðir og Gunnar Hoydal, skotin upp 3 ferðir, bert fyri at nevna nøkur nøvn sum eru afturvendandi.
Men nú brádliga fann nevndin onga bók "nóg sannførandi" og tað helst tí at eingin av E-høvundunum hevur givið nakað út nýliga.
Tað hevði verið so upplagt at nevndin innstillaði bestseljaran hjá Høgna Mohr, Fractura nasi, um nevndarlimirnir høvdu eitt vet av breidd og snildargávu.
Bókin verður týdd til danskt og skal koma út niðri í heyst, sigur danska forlagið, og ein filmsmaður hevur sitið í Italia eina tíð og skrivað handrit eftir bókini.
Ummælini vóru fleiri, og tey vóru góð. Hartil er lesaraskarðin stórur eftir føroyskum mátistokki. Og skúlar brúka bókina í undirvísingini.
Er tað ikki "nóg sannførandi", kundu vit spurt hesa óvitandi, einsporaðu og einflokkaðu nevnd.
ólavur
Her er ummælið hjá Birgir Kruse - trýst her
Og tað hjá Tórbjørn Jacobsen: trýst her
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo