Tórshavnar kommuna: Tiltakið “Frá heimamarknaði til heimsmarknað”, var í Finsen seinnapartin fríggjadagin. Á tiltakinum varð ljós varpað á heimsmarknaðin sum okkara heimamarkað, og á skránni vóru áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv.
Ein teirra var Osnat Lautman, ið hugleiddi um ymiskar vinnumentanir, og um hvat eyðmerkir føroysku vinnumentanina í mun til aðrar altjóða vinnumentanir.
Hin fyrilestrahaldarin úr Tel Aviv, Benny Shlick, vísti á, hvør orsøkin er til góðu úrslitini í ísraelska íverksetaraumhvørvinum, og hvussu vit í Føroyum kunnu fáa íblástur frá hesum.
Harumframt greiddu umboð frá føroyskum KT-fyritøkum frá teirra royndum og avbjóðingum á altjóða marknaðinum. Tað vóru Peer Bentzen, stjóri í Nemlia, Bárður Háskor ein av stovnarunum av Farpay, og Jákup Lamhauge, menningarstjóri í Globetracker.
Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Framtak skipaðu fyri tiltakinum.
Fleiri myndir kunnu síggjast á leinkjuni niðanfyri:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo