Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hon var djúpt forelskað í filmstjørnuni John Cazale. Sambandið var tætt og brennandi.

Men tá hann gjørdist álvarsama sjúkur av krabbameini í 1977, fekk Meryl Streep ein annan leiklut: hon fór frá at vera unnusta til at gerast heilsurøktari.

Hennara tvey ára langa romansa við John Cazale, kendur millum annað frá filmunum «Godfather» og «The Deer Hunter», er eitt sentralt tema í ævisøguni hjá Michael Schulman, «Her Again: Becoming Meryl Streep» sum kemur út seint í hesum mánaðinum, skrivar People.

Samtíðis sigur bókin eisini søguna um, hvussu stuttur vegurin er frá botnleysari sorg til ekstatiska lukku hjá Meryl Streep.

Meryl Streep hevði eisini ein týðandi leiklut í «The Deer Hunter» og tað var undir upptøkunum av hesum filminum, at John Cazale gjørdist bara sjúkari og sjúkari. Í mánaðir sat hon hjá honum undir næstan hvørji einastu kyknueitursviðgerð.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo