Innsent: Síðsta vikuskifti í oktober, fáa føroyingar forvitnisliga vitjan úr Írlandi og Bretlandi.
Tá koma nevnliga 10 havsvimjarar á venjingarlegu at svimja í kalda sjónum kring Føroyar.
Talan er um eina venjingarlegu, ið skal fyrireika svimjararnar til at svimja í ensku kanalini í januar mánaða næsta ár.
Manligu svimjararnir eru fýra írar og ein breti, meðan kvinnurnar umvent, eru fýra bretskar og ein írsk.
Svimjararnir koma til landið hósdagin 27. oktober og verða í landinum inntil mánadagin 31. oktober.
Um veðrið loyvir tí, verður væntandi svomið nakrar tímar hvønn dag. Veðrið fer somuleiðis at spæla inn í staðsetingini har svomið verður, so vit mugu brynja okkum við tolið nakað enn, sigur ein av kvinnuligu svimjarunum, Niamh McCartey. Eisini hava tey verið í samband við royndar føroyskar havsvimjarar.
Svomið verður í vanligum svimjuklæðum, tað vil siga at tey ikki nýta vátdraktir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo