Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Umframt at røkja handilsviðurskifti og onnur politisk mál í ES høpi, leggur Sendistovan í Brússel eisini dent á at menna sambond á mentanarøkinum, til tess at fremja kunnleika og tilvitan um føroyska mentan og list í evropeiskum høpi.

Seinni í ár eru mentanarlig tiltøk á skránni í Brússel við føroyskari luttøku, og tiltøkini fevna bæði um mál og bókmentir, sniðgevan og tónleik.

Yrking á føroyskum
Transpoesie er árligt tiltak í Brússel, har yrkingar úr fleiri londum verða vístar fram í almenna rúminum á upprunamálum og í fronskum og hollendskum týðingum. Transpoesie verður sjósett 26. september, ið er evropeiski dagurin fyri mál og málsliga fjølbroytni.

Í ár hevur Rithøvundafelagið víst á Oddfríð M. Rasmussen at umboða Føroyar. Tann 9. november luttekur hann á einum tiltaki saman við yrkjarum úr 6 øðrum londum, har hann fer at lesa upp yrkingar á føroyskum.

Poetry Jukebox

Sum nakað nýtt byrjar Transpoesie 2017 við at eitt ljóðrør av yrkingum - “Poetry Jukebox” - verður sett upp í miðbýnum í Brússel tann 26. september, har til ber hjá fólki fram til árslok at hoyra ársins Transpoesie yrkingar, harímillum eina yrking hjá Oddfríða M. Rasmussen, lisnar upp á upprunamáli og í fronskum og hollendskum týðingum. Frá 2. oktober verða allar luttakandi yrkingar eisini sýndar fram á størri plakatum í Gallerie Anspach, sum liggur beint við handilsgøtuna í miðbýnum í Brússel.

Sí meira á www.transpoesie.eu og á Facebook: Transpoesie

Føroyskir sniðgevar á Pop & Shop í oktober
6. til 8. oktober luttaka fýra føroyskir sniðgevar á móta og design sølumarknaðinum Pop & Shop í Brússel. Við úr Føroyum eru Sissal Kj. Kristiansen (Shisa Brand), Tanja Fossdal (ByFossdal), Turið Nolsøe Mohr og Anna Højgaard Slot (Heimkaer), sum luttaka saman við 36 øðrum sniðgevum úr Eysturríki, Kekkia, Estland, Lettland, Ungarn, Pólland og Rumenia.

Hetta er fjórða ár á rað at skipað verður fyri Pop & Shop, ið hevur til endamáls at skapa karmar fyri fjølbroyttari sniðgevan á evropeiska marknaðinum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir sniðgevar luttaka, og Føroyska sendistovan luttekur í arbeiðsbólkinum, sum er við til at skipa fyri ársins Pop & Shop.

Í ár leggur Pop & Shop serligan dent á “Slow Fashion and Upcycling”, og sølumarknaðurin verður hildin í flamska mentunarhúsinum De Markten í miðbýnum í Brússel.

Sí meira á Facebook: Pop & Shop European Fashion and Design Market

EUNIC Brussels
Sendistova Føroya gjørdist í 2013 atlimur í EUNIC Brússel, sum er eitt samstarv á mentanarøkinum millum umboðsstovur og mentanarstovnar hjá evropeiskum londum í Brússel. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Føroyar hava fingið møguleika at vera við í Transpoesie og Pop&Shop, sum EUNIC Brússel stuðlar. 

Føroysk-donsk jólakonsert
Í vetur skipar Sendistovan saman við Dansk Kulturinstitut í Brússel og donsku sendistovuni til Belgia fyri jólakonsert við Nordic String Quartet. Við í Nordic String Quartet er føroyski violin úrmælingurin, Heiðrun Petersen. Umframt jólasangir og verk eftir Grieg og Carl Nielsen verður lagt upp til at framførslan eisini fer at hava ein føroyskan dám. Konsertin verður í donsku kirkjuni í Brússel mikukvøldið tann 29. november. 

Fylgið við á Facebook
Tiltøkini, sum Sendistovan í Brússel er við til at skipa fyri, og virksemi annars í Brússel verða nærri lýst á Facebook vangamyndini – The Mission of the Faroes to the EU.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo