Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Á Tvøroyri ganga fyrireikingarnar við fullari ferð til stóra tónleikatiltakið, ið verður leygardagin 9. juli.

Parkeringsøkið millum Føroya Tele og Tvøroyrar Klubba verður karmur um stórfingna konsert, undirhald, barnatiltøk, matarsølu og mentanartiltøk av ymsum slagi. Stórur pallur verður settur upp á økinum og eisini verða sølubásar av ymsum slag á staðnum.

Tiltakið verður nevnt "Ein dagur uppi í Kanada". Forvitnisliga navnið hevur røtur heilt aftur í tíðina áðrenn Kongaliga Einahaldilin, ið jú er upprunin til tað Tvøroyri, ið vit kenna í dag. Millum bøndir í Froðba uml. 1830 var tað sera kærkomið at sleppa at velta korn í økinum millum Hválarnir, tí staðið var og er sera fruktagott. Av fyrstan tíð bleiv økið kallað Kanaans Land og broyttist so seinni(uml. 1914-1920) til Kanada. Sluppfiskiskapurin tók seg tá upp, økið hoyrdi nú undir Føroya Jarðarráð og bleiv býtt upp í smærri lutir. Tilflytarir nutu gott av hesum, tí nú lá væl fyri at fara niðan í Kanada at røkja eina eplaveltu. Samtíðin vísti eisini, at fleiri føroyingar leitaðu sær til Kanada(grannan hjá USA) tí har vóru jarðarstykkir at fáa - eins og "uppi í Kanada" á Tvøroyri.

Longu nú er greitt, at høvuðsnavnið eru "the bad boys of reggae - Inner Circle, ið við fullari manning(7 mans) leita sær hagar, allan vegin úr Jamacia. Heimskendi reagee bólkurin. Millum stóru hittini hjá teimum eru millum annað Bad Boys, ið vit m.a. kenna frá sjónvarpsrøðini "Cops" og filminum "Bad Boys" við navnframu Will Smith og Martin Lawrence í høvuðsleiklutunum. Sweat - A LaLaLaLa Long og Rock with you hava eisini verið risa altjóða hitt. Stuttligt og forkunnugt verður at hoyra heitu reggae-tónarnar á hasúmri, á sunnastu oyggj í Føroyum.

Fyrstu 500 atgongumerkini fara fyri serprís og eru tey at fáa á Tvøroyri og á Torginum í Vági

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo