Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag var ein samkoma á Vága Floghavn fyri 72 ára gamla Jens Weihe í Sørvági, sum nú hevur takka fyri seg, eftir at hava starvast í 20 ár á Vága Floghavn.

Jens Weihe hevur øll hesi 20 árini starvast innan veitan av brennievni til flogfør. Hann byrjaði í 1999, tá Flogfelag Føroya hevði brennievni til flogfør um hendi. Í 2012 yvirtók Vága Floghavn hetta virksemi og starvsfólkini.

Nógvir føroyingar kenna mest Jens Weihe frá hansara ítróttarligu avrikum. Sum ungur var hann ein af skjótastu fótbóltsleikarum í landinum. Hann spældi fyrst við SÍ og seinni eisini við B36, og hann var eisini partur av føroyska fótbóltslandsliðnum tá.

Jens Weihe er eisini íðin rennari, og hann rennur framvegis javnan langar túrar bæði í Vágum og aðrastaðni.

Nógv var eisini gjørt burturúr í føroysku miðlunum, tá Jens Weihe fyri umleið 3 árum síðani rann frá 90 øðrum luttakarum í sínum aldurbólki, og vann marathon í Keypmannahavn við eini ferð á 12,3 km/t í miðal. Hann hevur eisini runnið fleiri heil og hálv maraton síðani tá, og er fastur luttakari á Føroya Vakrasta Hálvmaraton, út Gásadali til Sandvágs.

Umframt at brúka nógv av frítíðini til renning og annan ítrótt, hava hann og konan eisini nakrar seyðir bæði í Sørvági og í Mikladali. Og hann brúkar eisini nógva tíð saman við sínum 6 abbabørnum.

Á samkomuni í dag takkaðu bæði leiðsla og starvsfólk á Vága Floghavn Jens Weihe fyri hansara arbeiðssemi og trúfesti seinastu 20 árini, har Jens eisini fekk handaðar gávur og blómur frá arbeiðsplássinum og starvsfólkunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo