Henda myndin frá Tjóðsavninum sýnir okkum sonevnda nordlandsjekt. Jektir sigldu í øldir við eitt nú turrum fiski úr Norðurnoregi til Bergens og korni norðuraftur.
Skipaslagið, sum framvegis sigldi um aldaskiftið 1900, hevur røtur í knørrinum, farmaskipi víkinga. Sum tíðin leið, varð hekkan fløt og toppsegl sett oman fyri ráseglið. Veruligt dekk varð tó ongantíð lagt í skipið.
Í íslendskum árbókum verður Grønlandsknørrurin nevndur. Hann sigldi eina ferð um árið úr Bergen til Eysturbygd í Suðurgrønlandi og heimaftur.
Alf biskupur var við vestur um hav í 1368. Støðan hjá norrønu niðursetufólkunum í Grønlandi var tá vorðin hættislig. Vesturbygdin var útdeyð, og hundrað ár seinni var eisini øskukalt í Eysturbygdini.
Nú Tjóðsavnið skipar fyri mongum áhugaverdum tiltøkum kring landið – ikki at gloyma virksemið á Velbastað, sum vit hava hugleitt um – skal okkurt nevnast um sigling um okkara leiðir.
Í víkingaøld læt konubrotið Eyð hin Djúphugaða, dóttir Ketil Flatnev, í Skotlandi smíða knørr, sum hon fór til Íslands við. Hon bar við land her í Føroyum og gifti burtur ommudóttrina Óluvu. Soleiðis kom hon at gerast ættmóðir Gøtuskeggja.
Norski víkingurin, Flóki Vilgerðarson, ætlaði sær eisini til Íslands at seta búgv. Í Føroyum fekk hann, verður sagt, tríggjar ravnar at vísa sær leiðina til Íslands.
Fyrsti ravnurin var skjótur aftur eftir at vera sleptur á flog. Annar fleyg runt eina løtu, og so var hann aftur. Men triði helt avstað og kom ikki aftur.
Við at stevna somu leið sum hesin ravnurin fann Flóki Ísland. Tí varð hann róptur Ravna-Flóki.
Óli Olsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo