Annaðhvørt kvøld klokkan 20.30 kemur Lisa Clegg til familjuna Mullboccus, sum býr í sethúsabýlingi ein tíma koyring eystan fyri London.
Tá ið hon ger tað, veit smábarnafamiljan, at tey fáa frið at sova og verða ikki avbrotin av barnagráti.
- Í kvøld eru vit ikki stressað, tí okkara night nanny kemur, sigur Lisa Auld vónrík, meðan familjan – sum eisini telur dóttrína Sienna skjótt trý ár og sonin Teddy fýra vikur – fær sær nátturða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo