![Christiansborg](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/christiansborg.jpg)
![Christiansborg](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/christiansborg.jpg)
Fólkatingsvalið verður í Føroyum 31. oktobur í ár.
Tað er dagin áðrenn valið verður í Danmark og Grønlandi, har tað er 1. novembur.
Men 1. novembur er allahalgannadagur og í Føroyum eisini minningardagur fyri tey sum eru sjólátin. Og tí heitti løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, á danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, um at flyta valið í Føroyum.
Í dag hava formenninir í donsku flokkunum so stungið høvdini saman og eru samdir um at ganga ynskinum úr Føroyum á møti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo