Seks fólk vóru á Víkum í kvøld, har tvey av teimum høvdu gingið seg føst.
Vága Bjargingarfelag var komið norður á Víkar, og sambært Vakthavandi á Politistøðini, so eru øll komin á slætt aftur.
Fjallabjargararnir eru á veg norður á Víkar.
Sambært Vakthavnandi, so var sagt, at fólkini vóru von at ganga í fjøllunum.
Løgreglan fekk fráboðan um hendingina um 19-tíðina í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo