BirkBloggur: Fríggjadagin klokkan 14:00 letur fotobólkurin Fokus upp hina árligu framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík. Sjey limir í Fokusbólkinum hava tikið tilsamans 43 myndir, sum eru komnar upp at hanga, og nakrar er settar fram við vegginum at blaða í, svarthvítar og í litum, flestu í A3 stødd og onkrar størri. Øll Fokusfólkini hava sýnt fram fyrr.
- Motivini eru landsløg, portrett og minimalistisk. Eg eri yngstur, og eg haldi, at Óli Lindenskov er elstur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, ið vit eisini kenna sum virknan rithøvund. Óli nikkar og skeinkir kaffi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo