Føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space, hevur av álvara verið í miðdeplinum í alheims miðlum, síðani NASA setti Perseverance Rover á Mars. Og nú kemur hann á Fróðskaparsetrið at halda fyrilestur.
Saman við Føroya Tele skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum tiltaki um rúmdartøkni tann 7. apríl klokkan 16 í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Tá fer David Arge Klevang Pedersen at halda fyrilestur um sítt slóðbrótandi arbeiði undir heitinum, "PIXL onboard Perseverance - Searching for past life on Mars".
Hann fer at røða um PIXL-myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann stóð fyri at menna og er við til at stýra av jørðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo