Føroyska olju- og gasfelagið Atlantic Petroleum er vaksið sera nógv í virði á børsinum seinastu dagarnar og vikurnar. Bara í dag er prísurin á partabrævinum vaksin við meira enn 70%. Hyggja vit eftir seinastu vikuni er vøksturin nærum 1.000%.
Sambært Marketwire dugir Mark Højgaard, stjóri, ikki at siga, hví áhugin fyri partabrævinum knappliga er blivin so stórur, tí felagið hevur ikki boðað frá nøkrum sum kann rættvísgera stóra vøksturin. Tvørtur ímóti framleiðir felagið onki, men seldi í 2017 sín lut í Orlando feltinum, sum tað tó hevur rætt til at fáa ein part av inntøkunum frá. Samstundis er felagið bara til, tí kreditorarnir vísa vælvild. Eginognin er nevniliga negativ við meira enn 95 milliónum krónum.
Í seinasta ársroknskapi verður sagt, at roynt verður at umskipa skuldina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo