Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Ferðavinnufelagið rópar varskó um ætlanirnar at hækka munandi um gjaldið hjá teimum, ið ætla sær at vitja Føroyar í framtíðini. Gerast ætlanirnar hjá landsstýrinum veruleiki, fara Føroyar at hava hægsta avgjald í Evropa fyri ferðandi ið vilja vitja landið.

Hetta fær álvarsligar avleiðingar fyri ferðavinnuna í Føroyum.

Áhugin fyri Føroyum minkar munandi
Gjaldið, ið Vinnumálaráðið legði, tá ið Ferðavinnufelagið varð hoyrt, var 120 kr. Ferðavinnufelagið helt tá, at hetta gjaldið var høgt sett, og tá ið málið eftirfylgjandi varð langt fram, var gjaldið longu hækkað til 150 kr. Landsstýrið ætlar nú, at øll útlendsk ferðandi, sum ikki búgva í Føroyum, skulu rinda 225 krónur, tá ið tey koma til Føroyar. Afturat hesum skulu leggjast 65 krónur, sum øll ferðandi longu nú rinda í ferðaavgjaldið til landskassan. Sostatt fer landið frameftir at taka 290 krónur frá øllum ferðandi. Hetta er hægsta upphædd fyri at ferðast millum lond í Evropa.

Tá ið prísurin at vitja Føroyar gerst alt ov høgur – so versnar kappingarførið hjá føroyskari ferðavinnu munandi. Samstundis kann man vænta, at hugurin hvørvur, hjá útlendskum flutningsfeløgum, at gera farleiðir til Føroya, tá ið gjøldini eru so høg samanborið við onnur lond.

Arbeiðspláss í vanda
Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Árliga virðisøkingin er í løtuni 350 milliónir krónur og við røttu kørmunum, kann ferðavinnan vaksa enn meira. Tað er hørð kapping um ferðafólkini, og okkara grannalond gera stórar almennar íløgur í  bæði sølu- og marknaðarføring fyri at økja um ferðafólkatalið. Í Føroyum gera vit tað øvugta. Vit ætla at leggja ovurhonds høg gjøld á eina vinnu, sum framvegis stríðist við at fóta sær eftir koronakreppuna. Vøksturin í vinnuni er longu steðgaður og vinna ætlanirnar hjá landsstýrinum frama, minkar ferðafólkatalið til Føroya. Hetta setir arbeiðspláss í vanda.

Ferðavinnan hevur verið avgerandi fyri fólkavøksturin við fjølbroyttum tilboðum og størvum, sum vit øll í Føroyum njóta ágóðan av. Fólkavøkstur hevur beinleiðis samband við uppgongutíðir í Føroyum

Innkrevjingin av gjaldinum er illa úr hondum greitt
Umframt at gjaldi er blivið alt ov høgt, so heldur ferðavinnufelagið, at arbeiðið hjá Landsstýrinum við innkrevjingini av gjaldinum er alt ov illa hugsað. Tað er neyðugt at arbeiðið við skipanini verður væl hugsað ígjøgnum og at tað verður ein skipan, sum er gjørlig at brúka. Gjaldið á tey ferðandi eigur at verða kravt inn umvegis gistingar á hotellum, Airbnb, kamping os.fr. Við hesari skipan rindar tann ferðandi fyri hvørja einstaka nátt, viðkomandi gistir, og sostatt gerst gjaldið meira rættvíst. Jú longri tú steðgar í Føroyum, tess meira hevur tú møguleika at brúka nattúruna, og tess meira skalt tú rinda.

Ferðavinnuskrivstovurnar eru í vanda
Uppskotið hjá landsstýrinum er eisini ein hóttan fyri ferðavinnuskrivstovurnar kring landið. Hetta kemst av, at eingin loysn er funnin á, hvussu ætlaða gjaldið skal krevjast inn. Tað er neyðugt at finna eina ítøkiliga loysn á, hvussu fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, verða undantikin at rinda. So leingi eingin loysn fyriliggur, eru føroysku ferðaskrivstovurnar í vanda fyri at missa sínar føroysku kundar. Gera tær tað, missa fleiri av teimum grundarlagið at virka undir.

Loysir hetta lógaruppskotið trupulleikan ella er tað bara eitt gjald afturat?
Ferðavinnufelagið hevur í fleiri ár ført fram, at tað er neyðugt at skipa viðurskiftini betri kring ferðavinnuna í Føroyum. Men felagið er ikki sannført um, at verandi uppskot loysir trupulleikan við gongd í haga. Lagt verður upp til, at øll økið í Føroyum skulu gera sína egnu ferðavinnuætlan við ymiskum krøvum. Tískil er vandi fyri, at ferðandi bæði skulu gjalda við komu til landið og fyrihalda seg til fleiri ymiskar skipanir, ið tey vitja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo