Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Á myndini síggjast frá vinstru Hjálmar Hátún, Bogi Hansen og Karin Margretha H. Larsen framman fyri einum av postarunum hjá Havstovuni

Á myndini síggjast frá vinstru Hjálmar Hátún, Bogi Hansen og Karin Margretha H. Larsen framman fyri einum av postarunum hjá Havstovuni

Á myndini síggjast frá vinstru Hjálmar Hátún, Bogi Hansen og Karin Margretha H. Larsen framman fyri einum av postarunum hjá Havstovuni

Havstovan: Karin Margretha H. Larsen, havfrøðingur, var ein av høvuðstalarunum á ráðstevnu hjá ICES í Bergen hesa vikuna.

Í sambandi við, at ICES hevur fyriskipað ráðstevnuna “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems” fyri fjórðu ferð, vóru fleiri framløgur frá granskarum á Havstovuni. Karin Margretha H. Larsen var ein av høvuðstalarunum, ella sokallað keynote speaker, og legði sostatt fyri á ráðstevnuni mánadagin 20. juni.

Við yvirskriftini “North Atlantic Ocean climate in the recent decade” tók Karin Margretha H. Larsen saman um havfrøðiligu støðuna í Norðuratlantshavi síðani 2010. Karin Margretha greiddi frá um, hvørjar størri broytingar hava verið í havumhvørvinum, eitt nú um óvanliga lága saltinnihaldið í Atlantssjógvi, sum sást í føroyskum øki í 2016. Hon greiddi eisini frá um rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin og týdningin av havstreymum, sum føra tøðevni til okkara leiðir og ávirkanina á vistskipanir í havinum.

Bogi Hansen, havfrøðingur, hevði fyrilestur um, hvussu sjóvarfalsstreymur ávirkar gróðurin av plantuæti á føroyska landgrunninum.

Hjálmar Hátún, havfrøðingur, legði fram um eina serútgávu (Research Topic), sum júst er útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science (ritstjórnað av Hjálmari saman við granskarum úr Noregi, Íslandi og Danmark). Talan er um 19 greinar, sum allar vísa dømir um, hvussu broytingar í atmosferu og havumhvørvi ávirka vistfrøði í Norðuratlantshavinum. Átta av hesum greinum eru skrivaðar av granskarum á Havstovuni.

Inga Kristiansen, lívfrøðingur, tók støði í síni Ph.D.-gransking, har broytingar í atgongdini til føði hjá norskari várgýtandi sild í mai-mánaða varð greinað.

Á ráðstevnuni høvdu granskarar á Havstovuni eisini fleiri postarar til tann sokallaða poster session (sí mynd).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo