BSF: U17/19 landsliðið í badminton, sum í vikuskiftinum hevur luttikið í kapping í Ikast, hevur fleiri heiðursmerki heim við.
Leikararnir hava spælt nógvar góðar, tættar og sera spennandi dystir.
Byrjað varð tíðliga leygarmorgunin og spælt varð allan dagin. A-rekkjan spældi allar sínar dystir leygardagin. Sunnudagin vóru so hálvfinalur og finalur á skránni í M-rekkjuni.
Tilsamans vunnu tey 4 gull, 4 silvur og 3 bronsu.
Úrslitini:
A-rekkjan
Einmansleikur kvinnur
Silvur – Julianna í Heiðunum HBF
Bronsu – Birna K. Jacobsen HBF
Bronsu – Eyð L. Debess HBF
Tvímansleikur kvinnur
Gull – Birna K. Jacobsen/Eyð L. Debess HBF
Silvur – Elisa Christiansdóttir/Birita Weihe Thomassen HBF
M-rekkjan
Einmansleikur menn
Silvur – Christian Berg Petersen HBF
Einmansleikur kvinnur
Gull – Mia Thorkildshøj HBF
Silvur – Sanna Thorkildshøj HBF
Bronsu – Oddbjørg í Buð Justinussen KBF
Tvímansleikur kvinnur
Gull – Sanna Thorkildshøj/Mia Thorkildshøj HBF
Blandaður tvímansleikur
Gull – Mia Thorkildshøj/Asbjørn H. Olsen HBF
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo