![A taste of whale turid nolsoee](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/c/csm_a_taste_of_whale_turid_nolsoee_e1328da0ad.jpg)
![A taste of whale turid nolsoee](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/c/csm_a_taste_of_whale_turid_nolsoee_e1328da0ad.jpg)
Turið Nolsøe, retorikari, um filmin "A Taste of Whale" á CPH:DOX: Hósmorgunin 24. mars var eg boðin í Imperial at halda ein fyrilestur á UNG:DOX fyri studentaskúlanæmingum. UNG:DOX er eitt undirvísingarátak hjá CPH:DOX, har ungdómsútbúgvingar fáa serligt høvi at síggja heimildafilmar, sum kunnu geva íblástur til temu, sum tey annars viðgera í ymsum lærugreinum, og hesaferð var nýggi filmurin “A Taste of Whale” (Vincent Kelner 2022) á skránni.
Filmurin viðger grindadráp, og hvussu felagsskapurin Sea Shepherd hevur haft átøk og roynir at steðga føroysku siðvenjuni. Partur av upptøkunum eru frá 2014, tá Sea Shepherd var í Føroyum við GrindStop-átakinum, men hóast hesi átta árini hava gjørt sítt, so er evnið viðkomandi enn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo