Flogbóltssambandið: Silver League, kvinnur: Montenegro - Føroyar (25-13, 25-10, 25-15)
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi í dag sín fyrsta dyst í Silvurliguni á hesum sinni. Dysturin var ímóti Montenegro, sum er styrkimett nr. 23 í Europa, og heimaliðið vann tryggan 3-0 sigur.
Fyrstu løtuna fylgdu Føroyar væl við og vóru bert aftanfyri 11-13, men so kom sperðil í, og frá 12-15 vunnu Føroyar bert eittans stig og taptu settið 25-13.
Tað sá rímiligt út eftir 4-6 í øðrum setti, men seks stig á rað til Montenegro gjørdu tað til 4-12, og so var mótbrekkan aftur brøtt. Settið vann Montenegro 25-10.
Triðja settið var tað frægasta, og Føroyar javnaðu til 7-7, áðrenn tað so líðandi fór at dragna millum liðini. At enda vann Montenegro 25-15.
Í morgin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Georgia. Tann dysturin verður eisini spældur í Montenegro. Georgia var eisini mótstøðulið í Silvurliguni í fjør, og tá vunnu Føroyar heimadystin 3-1. Útidysturin varð taptur 3-0.
Føroyska liðið:
Jóhanna Christiansdóttir, TBH
Janna Falkvard, Ikast KFUM
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Kristina Knudsen, Fleyr
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Sesilia Johnsdóttir Prior, KÍF
Jakobina Joensen, Ikast KFUM
Hanna Andriasdóttir Olsen, Fleyr
Rebekka Osberg Højsted, Mjølnir
Ingibjørg Sigridardóttir Müller, Ikast KFUM
Elsa Samuelsen, KÍF
Nicola Toftegaard, Mjølnir
Venjari: Cristian Imhoff
Hjálparvenjari: Baca Ðjurovic
--------
Kl. 21 í kvøld seta menninir sjøtul á sína kapping, har Ísland stendur hinumegin netið í fyrsta umfarinum, sum verður spælt í Kópavági í Íslandi. Í morgin verður spælt ímóti Ísrael á sama stað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo