Seyðahundasambandið: FM-seyðahundakapping verður leygardagin 31. oktobur, kl. 08:30, og sunnudagin 1. novembur, kl. 08:30, á Vatnaskørðum.
22 luttakarar úr øllum landinum eru, ið kappast um FM-heitið.
Føroyameistari verður tann hundur, sum fær flest stig samantalt báðar dagarnar.
Dómari verður Erik Holmgaard dani.
Stuðlað kappingini við fóðuri til seyðahundarnar hava Absalon Hansen og Eyðstein Jensen.
Áskoðarar vælkomnir. Ókeypis atongd. Havið mat og drekka við sjálv. Vit halda tilmælini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo