Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyar eru partur av Vesturheiminum. Hetta kunnu tey allarflestu vera samd um í Føroyum.

Men hvat vil tað siga at vera partur av Vesturheiminum kann ein spyrja seg sjálvan? Hvat merkir hetta soleiðis heilt ítøkiliga? Okkurt við grundleggjandi rættindi og frælsi hevur við tað at gera.

Ræðuleikar henda hvønn einasta gudsskapta dag. Hvat menniskjan ofta ger móti menniskjuni er øtiligt, og fyri teimum allarflestu óskiljandi. Tann rái harðskapurin kann fáa okkum at ivast í mannaættini. Gamaní hoyrir harðskapur til muruna hjá mannaættini, tó kortini er menniskjan ofta tað vandamiklasta beistið, sum ikki hevur sín javnlíka hvat viðvíkur sadistiska girnd.

Eitt sivilisasjónsbrot bleiv framt tann 7. Oktobur 2023, tá ið viðhaldsfólk hjá Hamas framdu eitt snigálop á tað vanliga ísraelska fólkið. Hvat ið viðhaldsfólk hjá Hamas lýsa sum eitt “hernaðarálop”, fer nokk í søgubøkurnar sum eitt tað mest andstyggiligasta blóðbaðið í nýggjari søgu. Ongantíð síðani Holocaust hava so nógvir jødar verið dripnir á einum degi. Tað var ein blóðtyst slátran, sum ikki kann rættvísgera nakað átrúnaðarligt stríð ella krav um landaøkið.

Síðani tann 7. Oktobur 2023 hevur antisemitisman víst sítt andstyggiliga andlit í Evropa, og við einari kraft ikki sæð síðani 1945.

Aftaná hetta andstyggiliga álopið hevur Ísrael bæði rætt og skyldu at verja sítt land, og sínar borgarar. Alt annað hevði verið eitt fullkomið svik.

So skjótt sum Ísrael byrjar at verja seg sjálvt, so koma øll tey gomlu antisemitisku herrópini at runga aftur í gøtum og miðlum, so sum: “Free Palestine”, “From the River to the Sea”, “at Ísrael og jødar sjálvir hava skylduna”, og t.d. at “Ísrael fremur fólkamorð í Gaza”.

Serliga tað seinasta fær meg at seta knyklar í brýr. Tí hvat fyri fólkadráp er talan um? Íbúgvatalið er meira enn tvífaldað tey seinastu 30 árini. So hetta má vera heimsins vánaligasta fólkadráp.

Óansæð hvat fyri feilir hini gera, so er tað altíð feilurin hjá Ísrael. Hetta er tann sama gamla antisemitisman, sum altíð hevur gjørt seg galdandi, nevniliga at jødarnir sjálvir hava skylduna av teimum ólukkum, sum onnur valda teimum.

Sannleikin er tann, at Ísrael er ein demokratisk oyggj í einum fíggindasinnaðum autokratiskum havi. Við at stuðla Ísrael standa Føroyar lið við lið við fólkaræði, menniskjarættindunum og rættarsamfelagnum. Hetta vísir at Føroyar ítøkiliga halda fast um grundleggjandi rættindi og frælsi, sum Vesturheimurin er bygdur á.

Tískil er tað meira enn ein symbolsk gerð at flyta sendistovuna til Jerusalem.

Jerusalem hevur í roynd og veru verið høvuðsstaðurin, síðani Ísrael bleiv endurstovnað. At viðurkenna Jerusalem sum tann veruliga høvuðsstaðin, fremur eitt sterk og beinleiðis samband landanna millum. Hetta tekin hevði víst tí jødiska fólkinum, at Føroyar viðurkenna tað stríð sum jødar aftur í dag skulu stríðast fyri at kunna yvirliva.

At flyta sendistovuna til Jerusalem vísir, at Føroyar taka sína egnu uttanríkispolitisku avgerðir, uttan mun til hvat Keypmannahavn ella Brússel meina. Tí uttanríkispolitikkur verður bara stýrdur í Føroyum.

At flyta sendistovuna til Jerusalem vísir, at í Føroyum ráða føroyingar. At føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum.

Føroyar hoyra til Vesturheimin. Latum okkum vísa tað í verki.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo