Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við Umhvørvisvikuna 2017 útgivið barnabókina ‘Fløskuposturin’.

Bókin er skrivað og teknað av bretskum granskarum, og Tórshavnar kommuna hevur fingið rættindini at útgeva bókina ókeypis. Tað er Anna Maria Reinert Jensen, ið hevur týtt bókina og Bókadeild Føroya Lærarafelag hevur havt ábyrgd av útgávuni.

‘Fløskuposturin’ varpar ljós á trupulleikan við ruski í havinum. Djúphavsdjórini eru óð, tí at nógv rusk liggur og flýtur á havbotninum, og tað er ikki teirra rusk.

‘Børnini eru okkara tilfeingið, og íløgurnar í tey skapa dagin í morgin. Tí hevur Tórshavnar kommuna valt at útgeva ‘Fløskupostin’ og geva bókina sum eina gávu til øll børn í 1. flokki í Tórshavnar kommunu. Harumframt, fáa allir dagstovnar og bókasøvn í kommununi eintøk av bókini.

Vónandi verður ‘Fløskuposturin’ væl móttikin av øllum, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo