Eitt flogfar hjá Atlantsflogi, sum var á veg úr Gran Canaria til Føroya í gjár, noyddist at lenda í Faro í Portugal, tí eitt av ferðafólkunum gjørdist illa til passar.
Viðkomandi varð fluttur á sjúkrahús, sigur Kringvarpið.
Strangu reglurnar um hvílitíð hjá manningini gjørdu, at øll noyddust at gista í Portugal, áðrenn flogfarið í dag kann halda leiðina fram. Tað væntast í Vágar um eitt tíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo