Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Onkur ting kundu verið betur - til dømis talið av áskoðarum - men í tí stóra og heila, so gleðist Flogbóltssamband Føroya stórliga um nýggju høllina, sum verður bygd.

Áðrenn innslagið í Degi og Viku í kvøld byrjaði, bað eg um, at um tey kliptu í tí, so skuldu tey tryggja, at tað ikki bara vóru neilig viðurskifti, sum blivu nevnd.

Men tá innslagið varð víst, blivu bara tey neiligu viðurskiftini tikin fram, og vit frá flogbóltinum blivu sett í andstøðu til Tórshavnar Kommunu og Heðin Mortensen.

Mín fyrsti setningur í samrøðuni var til dømis, at tað er sera torført hava hava eina neiliga áskoðan á eina gávu, ið ein fær, uttan at hava biðið um hana!

Heðin Mortensen hevur heilt rætt, tá hann sigur, at leikøkið í nýggju Føroya Arena uppfyllir øll krøv til allar flogbóltsdystir - tað veri seg enntá ein HM-finala fyri kvinnur og menn. T.v.s. at høllin verður flokkað sum ein kategori 1 høll, tá talan er um leikøki og umstøður annars við undantaki av talinum av áskoðarum. Hetta vísti eg eisini á í samrøðuni, men tað varð klipt burturúr.

Tí er hendan høllin eitt risa frambrot fyri føroyskan flogbólt, tí allar hinar hallirnar í Føroyum eru langt frá at lúka hesi krøv.

Høllin verður tó av FIVB og CEV, sum eru ávikavist alheims flogbóltssamgongan og evropiska flogbóltssamgongan, flokkað sum ein kategori 3 høll, tí har eru 2275 sitipláss. Standipláss telja ikki við, tá talan er um flogbólt.

Vit settu fram ynski til bólkin, sum hevur arbeitt við høllini, um at hækka áskoðaratalið til 3000 fólk, tí við hesum hevði høllin fingið eitt kategori 2 stempul.

Í samrøðuni varð eisini víst á, at vit tí fara at søkja um undantøk, um tað fer at gerast neyðugt. T.d um vit skulu hýsa Silver League, U19 ella U21 endaspæli.

Vegna Flogbóltssamband Føroya vilja vit tí vísa á, at okkara støða til Føroya Arena langt frá er eins neilig, sum innslagið í Degi og Viku í kvøld vísti, og at samlaðu útsøgnirnar, íroknað tær, sum kliptar vórðu burtur, heldur ikki vóru so neiligar.

Vit gleðast um, at høllin fer at koma, og vilja takka teimum, sum higartil hava tikið tøk fyri at fáa hetta í lag - herundir eisini Tórshavnar Kommunu.

Vegna Flogbóltssamband Føroya
Peter Holm, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo