Flogbóltsamband Føroya: Virksemið hjá Flogbóltsamband Føroya er økt munandi og nógvar stórar og spennandi avgjóðingar liggja fyri framman.
Hetta setir stór krøv til dagliga virksemi hjá FBF og í tí sambandinum hevur nevndin í FBF tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF. Starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað.
Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum og hevur hann m.a. verið meistari við ÍF, tá hesir á fyrsta sinnið gjørdust Føroyameistara í 1989.
Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, fær nýggi stjórin sum høvursuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild.
Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum.
Beinir er byrjaður í starvinum í dag, 1. desember 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo