Eitt flogfar hjá Atlantsflogi fekk ein fugl í annan motorin, tá tað í gjár skuldi seta seg í Vágum.
Flogfarið setti seg tó í øllum góðum, og er nú kannað. Staðfest er, at motorurin ikki hevur tikið stórvegis skaða, og flogfarið fer aftur í vinnu.
Tó kunnu seinkingar koma fyri í dag, frættist úr Vágum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo