Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Lutakastið til evropisku flogbólts-kappingarnar fyri lið er júst liðugt. Her gjørdist greitt, at kvinnurnar hjá fleyr skulu til Hálands í oktobur.

Hetta er fyrsta ferðin, at Fleyr luttekur í altjóða CEV kapping. Flogbóltsfelagið Dráttur vann í 2023/2024 bæði Bónus-kappingina og Føroya Tele-kappingina. Men tá Dráttur ikki ynskti at taka lut í evropiskari kapping í 2024, tóku silvurvinnararnir úr Fleyr av og meldaði teirra kvinnulið til. 

Verturin Nirisha Campbell og hjáverturin Federico Ferraro stóðu fyri lutakastinum, sum gekk fyri seg í Luksemborg Broadcasting Center.

Fleyr skal fyrst leika útidyst  ímóti Friso SNEEK frá Hálandi. Fyrsti dysturin hjá Fleyr verður í døgunum 8. - 10 oktober. Returdysturin í høllini á Hálsi verður so 15. - 17. oktober. Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo