Fyri fyrstu ferð er meginparturin av nýggju smittunum uttanfyri sub-Sahara Afrika, serliga í Eysturevropa, Miðasia, Suðuramerika, Miðeystri og Norðurafrika, upplýsir ST.
Orsøkin er millum annað, at afrikansku londini hava gjørt stór framstig í bardaganum móti HIV, har minkingin er 56 prosent í sub-Sahara Afrika síðani 2010.
AIDS-programmið hjá Sameindu Tjóðum (UNAids) boðar frá, at heimurin er á einum vegamóti í bardaganum móti virusinum, og at tiltøk í ár eru lykilin til suksess, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo