Størsti vøksturin í miðalprísunum fyri sethús er uttanfyri høvuðsstaðin. Tað sigur BankNordik millum annað í tíðindaskrivi í samband við ársróknskapin fyri fyrstu 9 mánaðirnar.
Bankin sigur, at nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum ársins fyrstu 9 mánaðir, og bankin veitti fígging til keyp, nýbygging og umvæling um alt landið.
- Áhugin fyri at seta búgv aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum er vaksandi, og størsti vøksturin í miðalprísum fyri sethús er uttan fyri Tórshavn.
Søguliga hava føroyingar fíggjað bústaðin við bankaláni, men seinastu árini eru viðskiftafólkini í størri mun farin at velja eina samanseting av realkredittláni og vanligum bankaláni.
Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum 14%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo