Fleiri tíggjutúsund fólk mótmæltu í Ísrael í dag við kravinum um at stjórnin má gera meira fyri at fáa gíslarnar heim aftur úr Gasageiranum.
Leygarkvøldið 31. august vóru seks ísraelskir gíslar funnir dripnir inni í Gasageiranum.
Mótmælini í dag vóru av teimum størstu síðani kríggið í Gasagreinanum byrjaði fyri skjótt ellivu mánaðum síðani.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo