Nú bert 5 vikur eru eftir til G!, frøir tað okkum at kunngera, at nøkur av teimum allarbestu norðurlendsku nøvnunum fara at spæla á G! í summar. Tey eru Phlake, Vök, Noah Carter og Yaeger.
Phlake eru ikki ókendir ímillum G! fjepparar. Í 2016 stóðu teir sum ein rímuliga ókend donsk duo og lýstu upp á sandinum við tónleiki av teirra fyrstu fløgu “Slush Hours”. Í 2018 vóru teir mest spældi danski bólkurin í DR. Gleð teg til at hoyra Phlake á sandinum hóskvøldið á G!
Noah Carter hevur lyft danskt hipp hopp á eitt altjóða støði. Fyribils hevur hann argað heimin við nøkrum fáum útseldum konsertum og útgávum. Tónleikurin er myrkur og tekstirnir eru livandi. Noah er tað næsta stóra á danska rapp pallinum, halda vit.
Endiliga gjørdi íslendska Vøk innrás á G!. Elektroniska dreymapopptrio´in hevur fingið altjóða viðurkenning fyri útgávuna “In the Dark”, ið var útgivin í 2019. Vit gleða okkum til at nýskapandi, væl hugsaðu og atmosferisku ljóðmyndirnar fara at kína hvørjum sandkorni á Gøtusandi fríggjakvøldið á G!
Við Yaeger fáa vit vitjan úr komandi ættarliði í svenskum popptónleiki. Yeager blandar tað besta úr svenskum poppi saman við amerikanskum hugburðsløddum R&B tónleiki.
Komandi 5 vikurnar fara vit at kunngera enn meira, umframt at vit fara at kunna nærri um, hvussu G! skráin kemur at síggja út.
Les meira á www.gfestival.com og á facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo