Tað verður helst lítil útróður norðanfyri í vikuni, tí hann er høgur í ættini.
- Helst verður tó nakað av útróðri sunnanfyri. Bátarnir fáa mest hýsu og nakað av toski, skrivar Fiskamarknaðurin.
Tvey ísfiskalinuskip eru undir Føroyum og so eru trý minni línuskip/útóðrabátar eisini undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
- Vit rokna við at øll landa í vikuni. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
Annar djúpvatnstrolarin fiskar kongafisk og landar helst seinni í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo