FSF: Eftir ætlan skuldu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verðið spældar leygardagin 21. november.
Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt at útseta fjórðingsfinalurnar til mikudagin 25. november. Orsøkin er koronareglurnar, ið raka føroyska landsliðsspælararnar.
Í morgin (týsdagin 17. novemver) spælir U21-landsliðið í Kasakstan og A-landsliðið á Malta. Bæði liðini verða aftur í Føroyum mikudagin.
Nærri kunning um koronaleiðreglurnar sæst HER (PDF)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo