Nú er Fjølnir 2018 klárt – bæði í prentaðari og talgildari útgávu. Blaðið er fyrst og fremst ætlað teimum, ið fara undir hægri lesnað ella longu eru undir hægri lensnaði.
MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) gevur Fjølnir út. MFS er felagsskapurin hjá teimum føroysku lesandi og arbeiðir miðvíst við viðurskiftum, sum á ein hvønn hátt ávirka lesandi. Les meira um fjølbroytta virksemið hjá MFS í blaðnum.
Í Fjølnum fært tú íblástur til hvat og hvar, tú kanst lesa. Í blaðnum eru forvitnisligar frágreiðingar frá føroyskum lesandi bæði í Føroyum og úti í heimi. Í blaðnum eru hjálpandi upplýsingar, sum kunnu vera avgerandi fyri eina góða lestrarbyrjan. Eisini kanst tú lesa um, hvørjar møguleikar tú hevur, meðan tú ert undir útbúgving t.d. viðvíkjandi skiftislestri.
Tann seinasti parturin í Fjølnum 2018 snýr seg um møguleikar og avbjóðingar eftir loknan lesnað.
Fjølnir 2018 telur 136 síður og er ókeypis. Prentaða útgávan verður koyrd út á allar miðnámsskúlarnar og verður at fáa á tiltøkum, sum MFS er við í.
Talgilda útgávan er tøk á heimasíðu felagsins: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo