Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: 132 fólk úr ymsum tjóðum búgva í Føroyum, og Tórshavnar kommuna ger nógv við integratión. Ein táttur er Fjølmentanarvikan, har føroyingar og tilflytarar læra um mentanina hjá hvør øðrum.

»Tí at skilja málið og mentanina er lykilin til samfelagið og arbeiðsmarknaðin«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá hann setti Fjølmentanarvikuna fríggjadagin.

Fjølbroytt skrá
Hevur tú hug at royna øðrvísi og spennandi mat úr øðrum londum, ja, so er at fara á Fjølmentanarviku. Tú kann eisini royna um tú kennir fløggini í heiminum. M.a. hetta er partur av fjølbroyttu skránni.

Fjølmentanarvikan skipaði eisini fyri stuttsøgukapping við evninum “heim”. Heili 74 rithøvundar sendu søgur inn. Onkrar av teimum søgunum kann tú hoyra á Býarbókasavninum í Havn mikudagin kl.19.

Eitt afturvendandi tiltak
Ætlanin er, at Fjølmentanarvikan verður eitt afturvendandi átak, sum allar kommunur gerast partur av eftir førimuni.

Kommunur, frítíðarfelagsskapir, áhugafeløg, fyritøkur og einstaklingar taka lut og skipa fyri tiltøkum á Fjølmentanarvikuni, ið endar fríggjadagin 27. oktober.

»Mentan kann vera orsøk til, at vit gera tingini ymist – uttan at vit hugsa um tað. Tí er umráðandi, at vit læra og skilja mentanina hjá hvør øðrum. Við fjølmentanarvikuni varpa vit ljós á mentanarliga margfeldi í føroyska samfelagnum, og vit fagna tí«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu sínari.

Til ber at lesa skránna til Fjølmentanarvikuna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu:

Fjølmentanarvikan 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo