Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kjakið um grindadráp er kyknað uppaftur, men í hesum føri eru tað vit sjálv, ið hava kykað undir grýtuni fyri at halda kókinum í døgurðapottinum uppi.

Nú tað ljóðar, at eftirmetingin av grindadrápi, sum løgmaður lovaði stutt eftir springaradrápið í Skálafirði í fjør, kemur í næstu viku, mælir havbúnaðarfelagið til at banna grindadrápi.

Orsøkin er ágangur frá viðskiftafólkum úti í heimi.

Men hetta, at útlendingar fýlast á okkara grindadráp, er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Fyri 30 árum síðan, tá ið Grindamannafelagið varð stovnað, hóttu mótmælisfólk eisini handilsketur uttanlands og bóðu tey taka føroyskar fiskavørur av hillunum, annars fóru tey at halda uppat at keypa frá teimum.

Svarið frá fleiri teirra var tá, at tey tókust við handil og blandaðu seg ikki upp í politikk.

Síðan fánaðu tey mótmælini burtur, og meira hendi ikki - ella ikki fyrr enn í fjør. Lítið man vera at ivast í, at so leingi føroysk framleiðsla er ein tann besta í heiminum, fer ikki at standa á at sleppa av við hana fyri sámiligan prís. Dygdin selur seg sjálv.

Nú er úti við hálvt ár liðið, síðan, fyri mong okkara, óskiljandi springaradrápið fór fram í Skálafirði, eitt dráp, ið nógv betur var ógjørt, tí tað fylgdi ikki vanligari siðvenju, grindalóg ella -reglugerð.

Og fylgjurnar vóru væntandi.

Gamaní, onkur útlendingur er, ið hóttir framvegis, men nosini eru ikki so títt og hørð longur.

Besta vápnið hjá teimum, ið eru ímóti grindadrápi, er, tá ið vit sjálv bera okkum skeivt at.

Vit hava í mong ár roynt at bøta um drápið: Vit hava eina dagførda grindalóg og -reglugerð, sum, um tær verða fylgdar, standa einki aftanfyri djóravernd í øðrum londum, tað er burðardygt, og tað er virðiligt fyri at skáka uttan um tugdu og tanlaðu vendingina menniskjaligt (humant), sum er lítið menniskjaligt samanumtikið.

Og flestu føroyingar hava altíð fylgt siðvenju og reglugerð, og fara teir væntandi halda fram við tí.

Besta og einasta loysnin hevði í mínum eygum verið, um vit stóðu saman og EIN stovnur ella EITT fólk talaði landsins vegna í hesum sambandi, onkur, ið hevur skil og myndugleika hesum viðvíkjandi.

Hetta er alt ov álvarsligt og týðningarmikið mál til, at tað gerst fótatraðk og gerandisundirhald á sosialum miðlum.

Tí, avgerðina um at gevast ella um at halda fram við grindadrápi kunnu og eiga bara føroyingar sjálvir at taka.

Ella skulu vit kanska fjarstýrast í framtíðini, alt eftir hvat onnur úti í heimi halda um tað, vit gera?

Og løgtingið sendast heim ella bíða eftir boðum uttaneftir?

Men eg skilji tey, ið undrast á, at brot ella frávik frá lóg, reglugerð og og aldagamlari siðvenju fær ongar fylgjur – tað er óivað okkara størsti veikleiki í hesum sambandi!

Í Havn t. 11.02.2022
Hans J. Hermansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo