Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fjølrit: Fjølrit býtir nú út kr. 490.141,29 til rættindahavarar at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu fyri innan øki, ið Fjølrit umsitur. Upphæddin stavar frá gjaldinum fyri brúk innan skúlaverkið sum heild í 2020, sum tað ikki hevur borið til hjá Fjølriti at rinda út á annan hátt, og sum tí frá 1. januar 2024 er at rokna sum fyrnd viðurløg eftir § 43 í lógini um upphavsrætt.

Treytin fyri at fáa part av gjaldinum er, at ein hevur givið út verk frammanundan, og at ein ætlar at arbeiða við ella framleiða eitt ella fleiri nýggj verk innan eitt av økjunum, sum feløgini í Fjølriti í dag umboða, tað vil siga tekstir, myndlist ella tónlist (nótar). Eisini skal viðkomandi vera skrásettur sum rættindahavi.

Tað ber til at senda inn fleiri fráboðanir, men tað ber í mesta lagi til at fáa útgjald fyri fimm fráboðanir. Støddin á upphæddini, sum ein fær, er treytað av, um nýggja verkið er eitt stakverk sum til dømis ein stuttsøga, ein grein, ein sangtekstur ella ein støk fotomynd, ella eitt heildarverk sum til dømis eitt bókaverk, ein framsýning ella eitt tónleikaverk (nótar).

Útgjald av fyrndum viðurløgum (Trýst her fyri at lesa meiri og senda fráboðan)

Er ein í iva, um ein lýkur treytirnar, ber til at senda ein teldupost til post(at)fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600 ella 238601. Freistin at senda inn fráboðan er fríggjadagin 11. oktober 2024 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddirnar einar tríggjar vikur eftir freistina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo