Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er altíð lætt at finnast at, men man má rósa, tá rós er uppiborið. Tað er gott, at tað nú er staðfest at fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland er longd.

Okkara støða í Fólkaflokkinum hevur verið greið frá byrjan. Virðini og ringvirkningarnar, ið koma burturúr avtaluni, hava alstóran týdning fyri okkara búskap.

Ikki minst hevur tað alstóran týdning fyri tær manningar og teirra familjur, ið hava sítt arbeiðspláss í Barentshavinum, at teirra livibreyð er tryggjað.

Tí er tað gleðiligt, at tað nú er greitt, at fiskiveiðuavtalan er longd.

Fólkaflokkurin ynskti, saman við hinum andstøðuflokkunum, at vera tikin við uppá ráð, tá avgerðin skuldi takast, og blivu vit kallaðir inn.

Hetta prógvar, at tað ber til at gera semjur tvørturum flokkar, ið eru til frama fyri okkara land.

Fólkaflokkurin fegnast um avtaluna, ið verður til gagns fyri okkara land, vinnu og verkafólk.

Beinir Johannesen
Formaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo